Áhugaverd kunningarferð
Umboð fyri Sunda Kommunu við borgarstjóranum á odda vitjaðu mikudagin og hósdagin Hornafjarðar Kommunu (Sveitarfélagið Hornafjörður) í Íslandi. Endamálið við ferðini var at kunna seg um gongdina í Hornafjarðarøkinum, nú meira enn tíggju ár eru liðin síðan kommunusamanleggingarnar byrjaðu har. Eins og í Sunda Kommunu vóru tað seks kommunur, ið løgdu saman, tó í tveimum umførum. Í økinum búgva tilsamans 2300 fólk, harav tey 1700 í Høfn. Mikukvøldið bjóðaði Sveitarfélagið til døgverða, og hósdagin var vitjað á ymsum stovnum í kommununi.
Høvið var at síggja dagstovnar, skúlar og heilsutænastur, og hornfirðingar lata væl at gongdini. Teir hava samskipað skúlarnar í kommununi, so teir nú virka á einum felags støði. Ein sonevndur vitanardepil er bygdur, har bókasavn, miðnámsskúli, hægri útbúgvingar og íverksetaramiðstøð halda til. Hesin stovnur, ið ber navnið Nýheimar, er eitt sera áhugavert dømi um, hvussu nógv kann koma burturúr, tá allar góðar kreftir lyfta í felag.
Kommunan hevur gjørt avtalu við landsmyndugleikarnar um at reka heilsutænasturnar - eldrarøkt, dagtilhald, læknar, heilsufrøðingar, jarðamóðir og eina bráðmóttøku. Hesar tænastur eru eisini samskipaðar og virka eftir øllum at døma væl.
Vinnulívið í kommununi er í stóran mun grundað á fiskivinnuna, men roynt verður at fáa nýggjar vinnur at taka við, eitt nú ferðavinnuna, sum roynir at menna so soleiðis, at tíðin, tá ferðafólk vitjar kemur at fevna um alt árið. Hesum síggja fólk í Hornafjarðarøkinum stórar møguleikar í.
Ætlanin er, at ferðin skal verða byrjanin til samstarv millum báðar kommunurnar, og væntandi koma umboð úr Hornafirði at vitja Sunda Kommunu komandi summar. Tað er eyðsæð, at kommunurnar hava nógv er til felags, sum samstarv kann byggjast á. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, fegnast um ferðina, og hann heldur, at nógv áhugavert spurdist burturúr, sum fer at verða til gagn fyri framtíðar arbeiðið í kommununi.
Sjá heimasíðu Sunda Kommuna





Skrifa athugasemd